UM HAVNARTRÆSMIÐJU
Alt innan snikkaraarbeiði
Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan snikkara arbeiði. Vit gera okkum ómak innan alt træarbeiði, eitt nú vindeygu, hurðar, trappur ella skáp.
Vit umvæla eins væl og vit gera nýtt. Eisini hava vit eitt málirúm, har vit lakera, mála innbúgv og annað.
Í løtuni starvast 12 mans við tilsamans yvir 150 ára royndum, og tað er tí næstan bert hugflogið, ið setur mark fyri, hvat vit kunnu gera innan træ arbeiðið.
Grøn orka
Vit arbeiða støðugt fyri at gera okkara virksemi so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Í hesum sambandi hava vit valt at hita bygningin í Mykinesgøtu upp við brenniovni, ið brennur træspønir og leivdir av træi, ið vit ikki kunnu brúka til annað. Hetta merkir at eingin olja verður brúkt at hita upp við.
Hetta eru vit
Í eini fyritøku sum okkara, eru tað altíð starvsfólkini, ið eru berandi. Vit eru heppin, at hava ein breiðan flokk av dugnaligum snikkarum, ið ger okkum før fyri at átaka okkum flest allar uppgávur.
-
Tóri Nattestad Maskinsnikkari
-
Karl Andor Danielsen Snikkari
-
Johan Michelsen Snikkari
-
Arngrímur Joensen Snikkari
-
Tummas Bærentsen Snikkari
-
Óli Jákup Hansen Timburmaður
-
Páll Kjartan Nattestad Lærlingur
-
Bárður Lorenzen Lærlingur
-
Remi Christensen Lærlingur