UM HAVNARTRÆSMIÐJU

Alt innan snikkaraarbeiði

Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan snikkara­ arbeiði. Vit gera okkum ómak innan alt træarb­eiði, eitt nú vindeygu, hurðar, trappur ella skáp.

Vit umvæla eins væl og vit gera nýtt. Eisini hava vit eitt málirúm, har vit lakera, mála inn­búgv og annað.

Í løtuni starvast 12 mans við tilsamans yvir 150  ára royndum, og tað er tí næstan bert hugflogið, ið setur mark fyri, hvat vit kunnu gera innan træ­ arbeiðið.

Grøn orka

Vit arbeiða støðugt fyri at gera okkara virksemi so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Í hesum sam­bandi hava vit valt at hita bygningin í Mykines­gøtu upp við brenniovni, ið brennur træspønir og leivdir av træi, ið vit ikki kunnu brúka til ann­að. Hetta merkir at eingin olja verður brúkt at hita upp við.

Hetta eru vit

Í eini fyritøku sum okkara, eru tað altíð starvsfólkini, ið eru berandi. Vit eru heppin, at hava ein breiðan flokk av dugnaligum snikkarum, ið ger okkum før fyri at átaka okkum flest allar uppgávur.

  • Sigmund Sørensen
    Sigmund Sørensen Snikkari
  • Tóri Nattestad
    Tóri Nattestad Maskinsnikkari
  • Per Hansen
    Per Hansen Bókhald og fyrifallandi
  • Gert Wiberg
    Gert Wiberg Polstrari
  • Arngrímur Joensen
    Arngrímur Joensen Snikkari
  • Tummas Bærentsen
    Tummas Bærentsen Snikkari
  • Óli Jákup Hansen
    Óli Jákup Hansen Timburmaður
  • Páll Kjartan Nattestad
    Páll Kjartan Nattestad Snikkari
  • Bárður Lorenzen
    Bárður Lorenzen Snikkari
  • Remi Christensen
    Remi Christensen Snikkari
  • Ingi í Dali Sørensen
    Ingi í Dali Sørensen Lærlingur
  • Róar Frederiksen
    Róar Frederiksen Lærlingur
  • Heini í Dali Sørensen
    Heini í Dali Sørensen Lærlingur