UM HAVNARTRÆSMIÐJU

Alt innan snikkaraarbeiði

Havnar Træsmiðja er dygdarveitari innan snikkara­ arbeiði. Vit gera okkum ómak innan alt træarb­eiði, eitt nú vindeygu, hurðar, trappur ella skáp.

Vit umvæla eins væl og vit gera nýtt, og hava eisini eitt málirúm, har vit lakera og mála inn­ búgv og annað.

Í løtuni starvast 9 mans við tilsamans yvir 150  ára royndum, og tað er tí næstan bert hugflogið, ið setur mark fyri, hvat vit kunnu gera innan træ­ arbeiðið.

Grøn orka

Vit arbeiða støðugt fyri at gera okkara virksemi so umhvørvisvinarligt sum til ber. Í hesum sam­bandi hava vit valt at hita bygningin í Mykines­ gøtu upp við brenniovni, ið brennur træspønir og leivdir av træi, ið vit ikki kunnu brúka til ann­að. Hetta merkir at eingin olja verður brúkt at hita upp við.

Hetta eru vit

Í eini fyritøku sum okkara, eru tað altíð starvsfólkini, ið eru berandi. Vit eru hepnir, at hava ein breiðan flokk av dugnaligum snikkarum, ið ger okkum førar fyri, at taka á okkum flest allar uppgávur.

  • Sigmund Sørensen
    Sigmund Sørensen Snikkari
  • Tóri Nattestad
    Tóri Nattestad Maskinsnikkari
  • Karl Andor Danielsen
    Karl Andor Danielsen Snikkari
  • Johan Michelsen
    Johan Michelsen Snikkari
  • Arngrímur Joensen
    Arngrímur Joensen Lærlingur
  • Tummas Bærentsen
    Tummas Bærentsen Snikkari
  • Óli Jákup Hansen
    Óli Jákup Hansen Timburmaður
  • Ásla Lindberta Sørensen
    Ásla Lindberta Sørensen Lærlingur
  • Ludvík Súnason
    Ludvík Súnason Lærlingur
  • Páll Kjartan Nattestad
    Páll Kjartan Nattestad Lærlingur
  • Per Hansen
    Per Hansen Bókhald og fyrifallandi
  • Regin Herup Olsen
    Regin Herup Olsen Fyrifallandi